Nú kemur føroyskt á Google Translate

05.10.2020 - 13:44
Innlendis›Tøkni
Nú kemur føroyskt á Google Translate
Játtanin til orðabókagerð hækkar eina hálva millión kríonur
Arbeiðið at fáa føroyskt í Google Translate er longu byrjað. Sprotin stendur fyri at týða 200 enskar setningar til føroyskt

Nú kemur føroyska málið eisini á Google Translate.

Mentamálaráðið ætlar at hækka játtanina til orðabókagerð 500.000 krónur.

Peningurin skal brúkast til eina verkætlan at týða 200.000 enskar setningar til føroyskt, so føroyskt verður ein partur av Google Translate.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, væntar, at tann hálva milliónin verður nóg mikið til at gera arbeiðið liðugt.

Arbeiðið, sum skal gerast í Føroyum, er longu byrjað. Sprotin stendur fyri at týða setningarnar, og nú skulu forrit og annað gerast.

Samband er fingið í lag við eitt útlendskt felag um tað arbeiðið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891