Suðuroyardialektin í vanda fyri at hvørva

26.06.2018 - 12:34
Innlendis›Samfelag
Suðuroyardialektin í vanda fyri at hvørva
Suðuroyardialektin er í vanda fyri at hvørva, tí ungir suðuroyingar verða ávirkaðir í størri mun av miðstaðarmálføri.

Suðuroyardialektin er ein av okkara sermerktu lokalu dialektum. Men, suðuroyardialektin er undir trýsti og kann vikna.

Tað vísir ein kanning, sum Rakul Skaale Andreasen á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum hevur gjørt. Hon hevur kannað málførið hjá ungum suðuroyingum í aldrinum 17-21.

Hon bað tey lurta eftir orðum og setningum á suðuroyarmálføri og á miðstaðarmálføri og bað tey svara, hvat av málførinum ljóðar eitt nú meira álítandi, modernað og áhugavert. Úrslitið vakti ans.

- Úrslitini benda á, at suðuroyarmálførið kann vikna. Til dømis er on-endingin ikki væl dámd. Tað bendir á, at tey ungu fara brúka in-endingina í framtíðini, sigur Rakul Skaale Andreasen millum annað um úrslitini frá kanningini.

Kanningin varð gjørd í tveimum. Ein ótilvitaður partur, har tey spurdu ikki vistu áðrenn, at teirra málføri bleiv kannað, og ein tilvitaður partur, har tey spurdu vistu áðrenn, at teirra málføri bleiv kannað. Har vísti tað seg, at ein munur er á svarunum.

Júst tað, at teir ungu suðuroyingarnir svaraðu, at teimum dámdi betur suðuroyarmálførið, tá teir vórðu tilvitaðir um tað, kann verða ein ábending um, at teir eru góðir við sína dialekt, og harvið er kanska gróðrarbotnur fyri henni alíkavæl.

- Man má hugsa um, at tann ótilvitaði hugburðurin er ein sterkari og sannari mynd av veruligu støðuni. Men tað, at ein er góður við sítt mál, hevur eisini nakað at siga í varðveitingini av málinum, sigur Rakul Skaale Andreasen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040