Nú kunnu fleiri enn 100 vera í kirkju í senn

bannari
23.10.2020 - 17:55
InnlendisSamfelag
Nú kunnu fleiri enn 100 vera í kirkju í senn
330 fólk kunnu vera í Christianskirkjuni og 250 fólk í Vesturkirkjuni
Jógvan Fríðriksson, biskupur. Nú kunnu fleiri vera í kirkju í senn

Nú kunnu fleiri enn 100 fólk vera í kirkju kring landið í senn.

Tað boða biskupur og dómpróstur frá á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Sambært uppskotinum kunnu 330 fólk vera í Christianskirkjuni og 250 fólk í Vesturkirkjuni.

- Hámarkið er enn 100 fólk, men møguleikar eru at hækka talið, treytað av at kirkjuráðini í hvørjum einstøkum føri gera sertakar skipanir og mannagongdir.

Hoyr Jógvan Fríðriksson, biskup, í útvarpstiðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770