Skriva undir rammusáttmálan í morgin

28.10.2020 - 12:20
Innlendis›Politikkur
Skriva undir rammusáttmálan í morgin
Tað kann gerast ein snávingarsteinur, at Bretland og ES ikki eru samd um Brexit enn, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, sum fer at skriva undir nýggju rammusáttmálan við Brretland í morgin

Í morgin verður rammusáttmálin um fisk millum Føroyar og Bretland undirskrivaður á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer til Danmarkar at skriva undir.

Síðani verður uppskot til samtyktar lagt fyri løgtingið, men Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum tók tó undir við sáttmálanum í gjár.

Samráðingar verða so við Bretland í desember um tølini, sum skulu í rammuna, sigur Jacob Vestergaard.

Tað kann gerast ein snávingarsteinur, at Bretland og ES ikki eru samd um Brexit enn, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026