Skúlin hýsir 1000 næmingum og starvsfólkum

02.11.2020 - 13:47
InnlendisSamfelag
Skúlin hýsir 1000 næmingum og starvsfólkum
Í dag sluppu næmingar og lærarar í nýggja Skúlan á Fløtum
Í dag sluppu lærarar og næmingar í nýggja Skúlan á Fløtum. Í morgin verður hátíðarhald, og síðani verður skúlin tikin í nýtslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Hetta er ein stórur dagur, sum vit hava bíðað leingi eftir, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

Í morgin verður hátíðarhald í sambandi við, at nýggi Skúlin á Fløtum í Havn verður tikin í nýtslu.

Men longu í dag fóru næmingarnir inn í nýggja skúlan.

Umleið 1.000 fólk fara at hava sína dagligu gongd í Skúlanum á Fløtum, 850 næmingar og 150 starvsfólk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454