Framvegis tilmæli og ikki lógarkrav

bannari
03.11.2020 - 17:59
InnlendisHeilsa
Framvegis tilmæli og ikki lógarkrav
Landsstýrið arbeiðir við tiltøkum, sum skulu tryggja samfelagið betur ímóti koronusmittuni, sigur løgmaður
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur, at skipanin við tilmælum hevur riggað væl, og eingin ætlan er at broyta hana
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at arbeitt verður við tiltøkum, sum skulu tryggja samfelagið betur móti koronusmittuni.

Men tað verður framvegis sum tilmæli, og ikki við lóg, sigur hann.

Christian Andreasen, løgtingsmaður og formaður í rættarnevndini, hevur mælt til at tvinga fólk, sum koma til Føroya, í sóttarhald í seks dagar, og at tvinga tey at lata seg kanna sætta dagin.

Løgmaður sigur, at tað hevur riggað væl at hava álit á fólki, og ætlanin er at halda fast við bara at brúka tilmæli, sigur hann. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV