Ikki nøgdur við svarið

11.11.2020 - 18:30
InnlendisPolitikkur
Ikki nøgdur við svarið
Magnus Rasmussen, sum avloysir Edmund Joensen í fólkatinginum, spurdi forsætisráðharran um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum
Magnus Rasmussen avloysir í løtuni Edmund Joensen í fólkatinginum

Føroyar fara at gera eina roynd aftrat at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Men ein loysn skal finnast millum Danmark og Føroyar, um tað skal lata seg gera.

Magnus Rasmussen, sum avloysir Edmund Joensen í fólkatinginum, spurdi forsætisráðharran um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Mette Frederiksen sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um støða Føroya í Norðurlandaráðnum kann broytast.

Magnus Ramussen er ikki nøgdur við svarið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327