Dagførdur sáttmáli kann rudda slóð fyri sjálvstøðugum limaskapi

Dagførdur sáttmáli kann rudda slóð fyri sjálvstøðugum limaskapi
Danska stjórnin stuðlar nú Føroyum og Grønlandi, sum vilja hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum
Stjórnarleiðarar á Norðurlandaráðsfundinum, sum er í Oslo í hesum døgum.
Mynd: NTB/Ritzau Scanpix  
 
01.11.2023 - 12:55

Helsingfors-sáttmálin, sum er grundarlag undir norðurlendska samstarvinium, skal dagførast. Og tað kann gerast møguleikin hjá Føroyum, Grønlandi og Ålandi at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Tað sigur Johan Dahl, sum er við í arbeiðsbólkinum, ið skal geva Norðurlendska Ráðharraráðnum uppskot um dagføringar:

Føroyar hava biðið um sjálvstøðugan limaskap fleiri ferðir, men tað hevur ikki borið á mál.

Johan Dahl sigur, at kann tað fáa avgerandi týdning, at danska stjórnin nú tekur undir við, at Føroyar og Grønland fáa sjálvstøðugan limaskap.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Nordurlandarad_3

 

Johan Dahl og Aksel V. Johannesen í Stórtinginum, har Norðurlandaráðið hevur ársfund. (Mynd av Facebook-vanga hjá Johan Dahl)

Aksel V. Johannesen, løgmaður, á Norðurlandaráðsfundi (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Mute B. Egede, gav ilt av sær og hótti við at taka Grønland úr Norðurlandaráðnum, tá hann helt røðu í Norðurlandaráðnum í gjár. (Mynd: Norðurlandaráðið)

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at danska stjórnin tekur undir við, at Føroyar og Grønland fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

Løgmaður, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, og Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, til móttøku á slottinum í Oslo. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

Løgmaður til borðs á slottinum í Oslo. (Mynd: NTB/Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. juni
EM tíðindi 16. juni 2024
176826
Leygardag 15. juni
Upp á tá - 150624
176790
Leygardag 15. juni
Jambalaja - 150624
176785
Leygardag 15. juni
EM tíðindi - 15. juni 2024
176776