Tjóðveldi eisini komið upp í samráðingarnar

11.11.2020 - 16:30
InnlendisPolitikkur
Tjóðveldi eisini komið upp í samráðingarnar
Samráðingarnar við Sjálvstýri eru slitnaðar, og nú eru samráðingar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi
Annika S. Biskopstø er nývald fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð, og hon er nú eisini við í samgongusamráðingunum

Nú samráðast tríggir flokkar um samgongu í Klaksvíkar býráði.

Eftir at samráðingarnar millum Fólkaflokkin og Sjálvstýri slitnaðu, var Karl Johansen í Sambandsflokkinum boðsendur í róðrarneystið í Árnafirði, har samráðingarnar eru.

Og fyri umleið tveimum timum siðani kom Annika S. Biskopstø í Tjóðveldi, sum eisini er nývald, á fund í Árnafirði.

Hoyr Jóhann Lutzen, stjóra á Norðlýsinum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770