Klaksvíkar kommuna 19 mió. kr. í halli næsta ár

Klaksvíkar kommuna 19 mió. kr. í halli næsta ár
Fíggjarætlanin kemur til viðgerðar á býráðsfundi í kvøld
Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu næsta ár kemur til viðgerðar í býráðnum í kvøld.
 
18.11.2021 - 09:53

Klaksvíkar kommuna fer at hava 18,8 mió kr. í halli sambært uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár.

Klaksvíkar kommuna fer at viðgera fíggjarætlanina á býráðsfundi í kvøld.

Næsta ár væntar kommunan at hava 310 milliónir kr. í inntøku, sum eru 20 milliónir fleiri enn í ár.

Rakstrarútreiðslurnar vera mettar til 250,4 mió kr, ella 10 mió. fleiri enn í ár.

Tískil er eitt avlop á rakstrinum upp á góðar 60 mió. kr.

Íløgur fyri 111 mió. kr.

Kommunan ger íløgur fyri góðar 111 mió. kr, men væntar at fáa 33 mió. kr. inn við sølu av fastogn og grundstykkjum. Tískil vera nettoíløgurnar mettar at kosta 78,4 mió kr næsta ár.

Hetta gevur eitt samlað hall upp á 18,8 mió. kr.

Av tí at skuldin hjá Klaksvíkar kommunu frammanundan er oman fyri álíkningina, skal hon hava góðkenning frá Fíggjarmálaráðnum.

Í august søkti kommunan Fíggjarmálaráðið um loyvi at taka lán. Tað játtaði Fíggjarmálaráðið, tó við teirri treyt, at skuldin hjá kommununi kemur niður um skuldarmarkið aftur í seinasta lagi í fíggjarárinum 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890