Uppboðssølan skal hjálpa virkjum

16.11.2020 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Uppboðssølan skal hjálpa virkjum
Karvið um, at 30 prosent av fiskinum skulu seljast á uppboðssølu, kemur í gildi á nýggjárinum
Uppboðssølan skal hjálpa virkjum, sum ikki hava skip, at fáa fisk til virkingar

- Tað er fyri at hjálpa teimum virkjum, sum ikki hava skip, at fáa fisk, at nú verður kravt, at í minsta lagi 30 prosent av botnfiski, sum er fiskaður í føroyskum ella íslendskum sjógvi, skal seljast á uppboði í Føroyum.

Kravið kemur í gildi á nýggjárinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Heimildin er í lógini um sjófeingi, og nú er kunngerðin til hoyringar.

Seljast skal á góðkendari uppboðssølu í Føroyum.

Talan er um tosk, hýsu, upsa, kongafisk, brosmu, longu, havtasku og svartkalva.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV