Borgarstjóri av tilvild

17.11.2020 - 16:20
Innlendis
Borgarstjóri av tilvild
 - Eg fór norður og fekk bjóðað borgarstjórasessin, áðrenn eg hevði sagt nakað, sigur Karl Johansen

Tað at Karl Johansen, nývaldur býráðslimur fyri Sambandsflokkin, eftir ætlan tekur við borgarstjórasessinum í Klaksvíkar kommunu 1. januar 2021, tóktiskt at vera øgiliga ósannlíkt valkvøldið, tá Fólkaflokkurin og Sjálvstýri samráddust um ein nýggjan meiriluta, meðan Sambandsflokkurin og hinir flokkarnir vóru úti í kuldanum. 

Tá tær samráðingarnar slitnaðu blivu sannlíkindin kanska eitt vet betri, men sum nývaldur býráðslimur, lá tað kortini ikki í kortunum, at Karl Johansen skuldi stjórna kommununi. 

Men tað var tað tilboðið, sum bíðaði honum, tá hann dagin eftir valið kom á gátt í Árnafirði, har Fólkaflokkurin hevði boðið honum og Tjóðveldi til samráðingar. 

 - Eg fór norður og fekk bjóðað borgarstjórasessin, áðrenn eg hevði sagt nakað. Eg føli tað sum heilt tilvildarligt, at tað endaði soleiðis, sigur Karl Johansen. 

Seinast Sambandsflokkurin hevði borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu var í 1970, tá Ove Frederiksen var borgarstjóri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816