Ragnar skal ala laks á landi í Kina

24.11.2020 - 16:32
InnlendisVinna
Ragnar skal ala laks á landi í Kina
Kinesisku myndugleikarnir standa við opnum ørmum og taka ímóti Nordic Aqua Partners, sum fer at ala laks á landi nærhendis Shanghai

Ragnar Joensen hevur áður verið stjóri í Marine Harvest, bæði í Føroyum og Norra. Í dag er hann nevndarformaður í norska felagnum Nordic Aqua Partners. Felagið hevur fingið íleggjarar at seta 587 milliónir norskar krónur - góðar 400 milliónir danskar krónur - í teirra ætlan at ala laks á landi í Kina.

Áður hevur Ragnar Joensen havt stórar ætlanir um at ala laks á landi í Føroyum. Men tað bleiv av ongum, og nú eru hansara eygu vend móti Kina. Nordic Aqua Partners fer í fyrstu atløgu at ala 4000 tons av laksi, skjótt verður alingin tvífaldað, og málið er at ala 40.000 tons um nøkur ár.

Ragnar Joensen greiðir her frá ætlanini um at ala laks á landi í einum øki við milliónabýin Shanghai í Kina. Hvussu tað er at koma inn á kinesiska marknaðin við eini slíkari verkætlan. Um útlitini fyri kinesiska marknaðin, sum í dag keypir umleið 100.000 tons av laksi. Og síðst í samrøðuni greiðir hann frá síni áragomlu ætlan at ala laks á landi í Føroyum, á ídnaðarøkinum á Sundi við Kalbaksfjørð.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. mars
Tinggáttin - teknmálstulkað
206085
Mánadag 23. mars
Tinggáttin
206081
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018