- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúsevni verða gjørd í Føroyum
24.11.2020 - 13:22
Innlendis›112
Rúsevni verða gjørd í Føroyum
Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál um framleiðslu av hørðum rúsevnum kemur fyri rættin í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Løgreglan arbeiðir í hesum døgum við einum máli, um at hørð rúsevni verða gjørd í Føroyum.
Tríggir mans hava verið varðhaldsfongslaðir í málinum í eina tíð, men teir eru ikki varðhaldsfongslaðir longur.
Løgreglan væntar, at málið kemur fyri rættin skjótt. Hetta er fyrstu ferð, at eitt mál um at gera hørð rúsevni kemur fyr rættin í Føroyum.
Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, vil ikki siga nakað um málið, fyrr enn tað er búgvið at leggja fyri rættin.
Jan Johannesen, leiðari á narkodeildini hjá løgregluni, sigur, at talið av málum við hørðum rúsevnum veksur støðugt.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Meiri verður at frætta í Breddanum í útvarpinum klokkan 17.05
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV