Fleiri orsøkir til Costa Concordia vanlukkuna

26.11.2020 - 16:17
Innlendis
Fleiri orsøkir til Costa Concordia vanlukkuna
Tað er mangan stórur munur millum veruleikan og almennar frágreiðingar um vanlukkur, sigur  Øssur J. Hilduberg

Endurspeglar almenna frágreiðingin veruliga hendingina, tá italska ferðamannaskipið Costa Concordia sigldi á oynna Giglio út fyri italsku vesturstrondina í 2008?

Spurningurin var ein av orsøkunum til, at Den Maritime Haverikommission, har  Øssur J. Hilduberg er kanningarleiðari, valdi at hyggja nærri at vanlukkuni. 

Tað var 13 Januar 2012 klokkan 21:45, at italska ferðamannaskipið Costa Concordia rendi á land á oynna Giglio út fyri italsku vesturstrondini. 

Umborð á ferðamannaskipinum hetta kvøldið vóru 3.206 ferðafólk, meðan manningin taldi 1.023. Í alt 4.229 fólk. 

Fyri tey flestu spældi tað kortini væl av, men fyri 32 fólk gjørdist hetta síðstu túrurin her á fold. 

Handtikin
Italska løgreglan handtók skiparan Francesco Schettino eftir vanlukkuna, og 11. februar 2015, gott og væl trý ár eftir vanlukkuna, bleiv hann dømdur 16 ár fongsulsdóm.

10 ár fyri óviljað manndráp, fimm ár fyri skipbrot og eitt ár fyri at hava rýmt av skipinum áðrenn ferðafólkini. 

Men var tað øll søgan?

Øssur J. Hilduberg, sum er kanningarleiðari hjá Den Maritime Haverikommission, hevur verið í Italia, har hann hitti Francesco Schettino fyri at fáa fullu søguna. Og hann er avgjørdur.

- Tað er mangan stórur munur millum veruleikan og almennar frágreiðingar um vanlukkur, sigur   Øssur J. Hilduberg

Í morgun helt hann fyrilestur til tiltakið Sjóvinnuforum 2020 um arbeiðið, og nýttu vit høvi at hitta hann til eina samrøðu um hetta sama evni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053