Koppingarevnið vil broyta alt

26.11.2020 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Koppingarevnið vil broyta alt
BREDDIN: Fortreytirnar hjá Atlantsflog, ferðavinnuni og samfelagnum sum heild vilja broytast munandi, tá koppingarevnið fyri korona kemur.

Koppingarevnið móti korona er á gáttini. Á tíðindafundi í síðstu viku boðaði Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-kommissiónini, frá, at koppingarevnini eru klár at senda á marknaðin hálvan desember. 

Í vikuni var ársfundur í IATA, sum er altjóða felagsskapurin hjá flogvinnuni. Ársfundurin staðfesti, at árið í ár verður ein fíggjarlig vanlukka fyri flogvinnu sum heild. Afturgongdin í ferðafólkatalinum er góð 60 prosent. Og flogfeløgini koma samanlagt at missa eini 750 milliardir krónur í inntøku í ár. Útlitini fyri næsta ár eru eisini døpur, hóast tey eru frægari enn støðan í ár. Sambært IATA koma altjóða flogfeløgini at missa okkurt um 250 milliardir krónur næsta ár.

Ársfundurin umrøddi eisini eitt nýtt, sonevnt "travel pass". Talan er um eitt talgild heilsu-pass, sum kann - metir IATA - gerast lykilin til at lata landamørkini uppaftur á tryggan hátt.

Alexandre de Juniac, aðalskrivari í IATA, lýsti talgilda heilsupassið á henda hátt:

-Í dag eru landamørkini stongd. Korona-testirnar eru fyrsti lykilin til at loyva altjóða flogferðslu uttan sóttarhald. Næsti lykilin er eitt altjóða informatións-undirstøðukervi, sum er neyðugt fyri at kunna stýra, deila og góðkenna test-úrslit hjá teimum ferðandi, soleiðis at tey lúka krøvini við landamørkini. Og tað er her, at IATA Travel Pass kemur inn í myndina, sigur Alexandre de Juniac. 

Talan er um eitt altjóða yvirlit yvir krøvini frá heilsumyndugleikunum, soleiðis at ferðandi lætt kunnu finna neyvar upplýsingar um krøv til ferðing, test og koppseting. 

Hetta talgilda heilsu-passið er ikki liðugt ment, tøkniliga, enn. Men málið er at fáa tað á marknaðin annan ársfjórðing næsta ár.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog; Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands og Pál Weihe, yvirlækni og professari í fólkaheilsu, eru í útvarpsstovuni. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tey.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485