- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu lúka útflutningskrøv úr Kina fyri nýggjár
09.12.2020 - 13:02
Innlendis›Samfelag
Skulu lúka útflutningskrøv úr Kina fyri nýggjár
Tað er ræðslan fyri koronu, sum hevur fingið kinesisku matvørumyndugleikarnar at seta nýggj krøv

Á Starvsstovuni verður arbeitt av øllum alvi at gera eftir krøvunum úr Kina um fisk, sum
Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir nú av øllum alvi við at gera eftir nýggju krøvunum úr Kina til fisk, sum verður útfluttur til Kina.
Og tað fer at eydnast at fáa alt í lag, hóast freistin er stutt. Hon er til 1.januar næsta ár.
Tað er ræðslan fyri koronu, sum hevur fingið kinesisku matvørumyndugleikarnar at seta nýggj krøv.
Um virki í Føroyum keypa fisk frá útlendskum skipum at selja til Kina, skulu hesi skip eisini vera góðkend í Kina.
Føroyar selja laks og uppsjóvarfisk til Kina.
Hoyr samrøðu við Bjørg Mikkelsen, lívfrøðing á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, i útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
TEMAPLÁTAN: 'Into The Gap' og aðrar útgávur, Thompson Twins 1983-1984-1985
204307
Nýggjastu sendingar í SV














