Smittað starvsfólk fór beint til arbeiðis

bannari
14.12.2020 - 12:58
Innlendis›Heilsa
Smittað starvsfólk fór beint til arbeiðis
Sambært mannagongdini hjá sjúkrahúsverkinum, skulu starvsfólkini í minsta lagi halda seg heima, til úrslitið frá royndini sætta dagin er klárt
Sambært mannagongdini hjá sjúkrahúsverkinum, skulu starvsfólkini í minsta lagi halda seg heima, til úrslitið frá royndini sætta dagin er klárt

Eitt starvsfólk í sjúkrahúsverki fekk leygardagin staðfest koronusmittuna. Starvsfólkið kom aftur til Føroya seinasta mánadag, og fór beint aftur til arbeiðis týsdagin.

Sostatt hevði starvsfólkið verið til arbeiðis í sjúkrahúsverkinum í fleiri dagar, tá viðkomandi fekk staðfest koronusmittuna leygardagin.

Sambært mannagongdini hjá sjúkrahúsverkinum, skulu starvsfólkini í minsta lagi halda seg heima, til úrslitið frá royndini sætta dagin er klárt.

– Mannagongdirnar hjá okkum eru ikki hildnar, er tað stutta svarið, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723