Bíðitíðin longd úr tveimum mánaðum upp í eitt ár

16.12.2020 - 14:34
InnlendisSamfelag
Bíðitíðin longd úr tveimum mánaðum upp í eitt ár
Í ár verða umleið 300 børn og ung ávíst til kanningar hjá Barna- og ungdómspsykiatriini
Súsanna Reinert Petersen er yvirlækni á barna- og ungdómspsykiatrisku deild

Bíðitíðin at sleppa til viðgerð hjá Barna- og ungdómspsykatriini er seinasta árið longd úr tveimum mánaðum upp í eitt ár.

Í fjør vórðu 183 børn og ung ávíst til kanningar hjá Barna- og ungdómspsykiatriini. Men talið í ár nærkast 300. Vøksturin er 65 prosent.

Síðani í mars er bíðilistin vaksin úr 38 upp í 123 børn og ung.

Hetta kemur illa við hjá børnum og ungum, sum mugu bíða leingi eftir at fáa hjálp, sigur Súsanna Reinert Petersen, yvirlækni á barna- og ungdómspsykiatrisku deild.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006