Flyta 9.000 ferðafólk í desember

22.12.2020 - 18:00
InnlendisSamfelag
Flyta 9.000 ferðafólk í desember
Tveir triðingar av ferðafólkunum hjá Atlantsflogi koma heim at halda jól
Ein triðingur av ferðafólkunum við Atlantsflogi í desember fer av landinum, og tveir triðingar koma heim

Ferðafólkatalið hjá Atlantsflogi er minkað niður í helvt í desember, samanborið við somu tíð í fjør.

9.000 fólk hava bílagt sær ferðaseðil í ár. Í desember í fjør vóru 18.000 ferðafólk.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tveir triðingar av teimum ferðandi koma heim at halda jól, og ein triðingur fer av landinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810