Avloysarin fyri Christian í Grótinum

26.12.2020 - 14:32
Innlendis
Avloysarin fyri Christian í Grótinum
Partafelagið Christian í Grótinum hevur keypt eitt íslendskt uppisjóvarskip, ið skal avloysa skipið Christian í Grótinum, sum er selt til Grønlands.
Margret skal avloysa Christian í Grótinum
Mynd: MarineTraffic.com  

Reiðaríið, sum átti Christian í Grótinum, byggir eitt nýtt nótaskip í Skagen, sum skal latast felaganum í januar 2022. Men inntil tá skal Margret fiska kvoturnar hjá Christian í Grótinum, sigur Jan Petersen, stjóri í felagnum Christian í Grótinum.

Margret hevur áður havt heimstað í Fuglafriði, og kallaðist Høgaberg.

Íslendska uppisjóvarskipið er nakað øðrvísi enn Christian í Grótinum. 

Tað var eitt felag í Grønlandi, sum keypti gamla Christian í Grótinum. Prísurin var knappar 124 milliónir krónur, og skipið varð latið nýggju eigarunum fyrst í hesum mánaðinum. Tá hevði Christian í Grótinum fiskað kvoturnar, sum teir høvdu í ár.

Jan Petersen vil ikki upplýsa, hvat skipið, ið teir hava keypt úr Íslandi, kostar eigarunum.

Lurta eftir samøðuni við Jan Petersen 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392