Meirvirðisgjaldið verður galdandi frá 1. januar

08.01.2021 - 13:18
InnlendisPolitikkur
Meirvirðisgjaldið verður galdandi frá 1. januar
Uppskotið um endurgjald fyri grønar orkuskipanir og el-bilar er framvegis í fíggjarnevndini
Hitapumpur og aðrar grønar loysnir fáa ikki mvg endurgoldið úr landskassanum í løtuni, men ætlanin er, at lógin skal fáa gildi frá 1. januar

Tey, sum hava bílagt sær grøna orkuskipan, ella ætla sær at keypa el-bil, kunnu í løtuni ikki fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum.

Orsøkin er, at lógin fór úr gildi á nýggjárinum, og fíggjarnevndin er ikki liðug at viðgera nýggja lógaruppskotið, ið kom so seint í løgtingið.

Ætlanin er tó, at lógin skal fáa afturvirkandi gildi frá 1. januar.

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744