Útbúgva fleiri námsfrøðingar

02.02.2021 - 16:17
Innlendis›Samfelag
Útbúgva fleiri námsfrøðingar
Fróðskaparsetrið skal taka lesandi inn tvær ferðir um árið
Ætlanin er at taka námsfrøðilesandi inn á Setrið tvær ferðir um árið

Fleiri námsfrøðingar skulu útbúgvast.

Tað hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sett sær fyri, og ætlanin er, at Froðskaparsetrið skal taka ímóti námsfrøðilesandi tvær ferðir um árið - um summarið og aftur um ársskiftið.

Hann hevði fund við Føroya Pedagogfelag í gjár.

Á fundinum við varð lønin eisini umrødd og støðan, at nógvir námsfrøðingar arbeiða niðursetta tíð.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775