Hevur fingið uppskot um veðurlagspolitikk

02.03.2021 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Hevur fingið uppskot um veðurlagspolitikk
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer nú at kunna allar flokkar í løgtinginum um ætlanina
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar at kunna allar flokkar um Orku- og veðurlagspolitikkin

Ein bólkur hevur gjørt uppskot um veðurlagspolitikk, og hevur lagt ætlanina fyri landsstýrismannin í vinnumálum, Helga Abrahamsen.

Landsstýrismaðurin kunnaði landsstýrið um ætlanina fyrrapartin í dag, og nú fer hann at kunna allar flokkar í løgtinginum um Orku- og veðurlagspolitikkin, sum ætlanin nevnist.

Ætlanin er at fáa allar flokkar at taka undir við Orku- og veðurlagspolitikkinum, og at fáa uppskotið fyri løgtingið, áðrenn tað fer í summarfrí, sigur landsstýrismaðurin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386