SSL: Farmurin má rinda havnargjaldið í Skopun

12.03.2021 - 13:14
Innlendis›Samfelag
SSL: Farmurin má rinda havnargjaldið í Skopun
Vinnulívið skal ikki líða undir hesum, og løgtingið eigur at játta peningin, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri
Hasfjord hevur ongantíð goldið havnargjald í Skopun. Strandferðslan sigur, at farmagjaldið á Sandoyarleiðini má hækka, fyri at fíggja havnargjaldið hjá Hasfjord

Tað verður nú dýrari at flyta farm til og úr Sandoynni.

Hasfjord hevur ongantíð goldið havnargjald í Skopun, og nú vil kommunan hava havnargjaldið.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at farmaflutningurin skal rinda fyri havnargjaldið.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sigur hinvegin, at vinnulívið í Sandoynni skal ikki líða undir hesum, og hann biður Strandferðsluna fara til løgtingið eftir pengunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115