Framvegis ógreitt, hvussu kvoturnar skulu býtast

18.03.2021 - 14:09
Innlendis›Vinna
Framvegis ógreitt, hvussu kvoturnar skulu býtast
Felagið Línuskip roynir nú at finna ein felagsleist, áðrenn landsstýrismaðurin skrivar út loyvini sum felagskvotu
Kvikk er eitt av línuskipunum

Enn er ógreitt, hvussu botnfiskakvoturnar við Eysturgrønland og Flemish Kap skulu býtast millum línuskipini.

Felagið Línuskip roynir nú at finna ein felagsleist, áðrenn landsstýrismaðurin skrivar út loyvini sum felagskvotu.

Í ár er kvotan við Eysturgrønland 2150 tons av toski og 375 tons av brosmu.

Kvotan á Flemish Cap er søguliga lítil, bara 335 tons av toski. Tað er minni enn ein tíggjundapartur av kvotuni í 2019, sum tá var 3800 tons.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723