Fleiri línuskip eru á veg yvir á Flemish Kap

Fleiri línuskip eru á veg yvir á Flemish Kap
Fleiri línuskip eru áveg yvir á Flemish Kap at fiska tosk, og í gjár vórðu fiskiloyvini til henda fiskiskapin eisini latin frá Vørn.
 
04.01.2018 - 10:53

Ågot, Klakkur, Kambur, Stapin, Eivind, Pison, Sandshavið og Jákup B fingu í gjár loyvi at fiska burturav føroysku toskakvotuni á Flemish Kap.

Føroyska kvotan á Flemish Kap er í ár 2491 tons av toski. Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. 

Tey átta línuskipini, sum higartil hava fingið loyvi at royna á Flemish Kap, fáa tí í meðal 311 tons at fiska. Men av tí at talan er um felagskvotu, so kunnu einstøk skip fiska meira enn hesi 311 tonsini, áðrenn samlaða felagskvotan er uppfiskað.

Sambært kunngerðini um fiskiskapin á Flemish Kap kann fiskiskapurin byrja 7. januar.

Hóast nýggja fiskivinnulóggávan leggur upp til at partur av føroysku kvotunum skulu seljast á uppboðssølu og latast út sum menningarkvotur, so verður øll føroyska kvotan á Flemish Kap latin línuskipum á sama hátt og síðstu árini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541