Hjálparpakki til ferðavinnuna kemur eftir páskir

25.03.2021 - 11:35
Innlendis›Politikkur
Hjálparpakki til ferðavinnuna kemur eftir páskir
Hann skal hava afturvirkandi til 1. september í fjør, tá hjálparpakki trý fór úr gildi
Nú hevur verið bíðað nóg leingi eftir, at landið skal lata uppaftur, og tí er neyðugt við einum hjálparpakka til ferðavinnuna, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum

Eftir páskir kemur uppskot um hjálparpakka til fyrst og fremst ferðavinnuna í løgtingið.

Hjálparpakkin skal vera afturvirkandi til 1. september í fjør, tá hjálparpakki trý fór úr gildi.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Hann sigur, at besti hjálparpakkin er, at landið letur uppaftur. Men nú er bíðað nóg leingi, sigur Helgi Abrahamsen.

30-40 mió. kr.

Hjálparpakki trý varð mettur at kosta millum 30 og 40 milliónir krónur.

Framtaksgrunnurin hevur bundið seg til at brúka 30 milliónir krónur í ár og næsta ár sum váðafúsan kapital til ferðavinnufyritøkur.

Landið avskrivar samstundis 30 milliónir krónur, sum landið eigur til góðar í Framtaksgrunninum.

Hoyr samrøðu við Helga Abrahamsen í útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329