Jarðfrøðin seinkar Fámjinstunnilin

07.04.2021 - 13:38
InnlendisPolitikkur
Jarðfrøðin seinkar Fámjinstunnilin
Metti kostnaðurin er nú 170 milliónir krónur
Landsvegurin úr Øðravík til Fámjins

Neyðugt er at seta umleið 25 milliónir krónur aftrat av til verklagslógina at bora Fámjinstunnilin.

Sostatt er metti kostnaðurin av verkætlanini nú um 170 milliónir krónur.

- Peningurin skal brúkast til at tryggja tunnilin betri móti leysum tilfari, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri hjá Landsverki.

Sambært Sigurd Lamhauge er verklagslógin til tunnilin nakað seinkað, tí talan er um eina serstaka jarðfrøði har tunnilin skal borast.

Millum annað hevur verið neyðugt at kannað lendið væl, áðrenn endaliga linjuføringin bleiv løgd.

Í næstu viku er ætlanin at fara í holt við tilgongdina at undangóðkenna fyritøkur, sum eru áhugaðar í at bora Fámjinstunnilin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672