Fáa tvær milliónir at umvæla havnarløg

16.04.2021 - 13:37
InnlendisPolitikkur
Fáa tvær milliónir at umvæla havnarløg
Hetta er tað, sum semja fekst um, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Brimgarðurin í Hvalba fekk stóran skaða í ódnarveðrinum í fjør

Hvalbiar og Húsavíkar kommunur fáa nú tvær milliónir kr. í hjálp til at umvæla havnarløg, brimverjur og annað, sum fór í ódnarveðrinum seinast í februar í fjør.

Tær báðar kommunurnar eru beinleiðis nevndar í eykajáttanaruppskotinum, sum kom í tingið í gjár.

- Hetta var tað, sum semja fekst um í løgtinginum, sigur Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum.

Níggju milliónir kr.

Seinast í mars fekk Hvalbiar kommuna tilboðini um at umvæla brimverjuna, sum fekk skaða fyri góðum ári síðani. Tað bíligasta tilboðið var upp á knappar níggju mió krónur. Tað var munandi minni enn upprunaligu kostnaðarmetingarnar.

Landsverk hevur mett, at skaðarnir í Húsavíkar kommunu fara eisini at kosta umleið níggju mió krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987