Steintóra er nú virkandi sóknarprestur

23.04.2021 - 21:02
Lívsstílur›Átrúnaður
Steintóra er nú virkandi sóknarprestur
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, var beinleiðis gestur í vikuskiftissendingini í sambandi við, at hon er sett í starv sum prestur
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Mynd: Leivur Thomsen  

Sunnudagin 18. apríl, varð Steintóra Gleðisheygg Joensen skipað í embæti sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar Vestara Pestagjaldi. Talan er um eitt avloysarastarv tíðarskeiðið 15. apríl – 31. juli 2021 fyri Hera Joensen prest, sum er i farloyvi.

Í tí sambandi var Steintóra beinleiðis gestur í vikuskiftissendingin, har hon greiddi frá tilgongdini at verða sett í starv, umframt hvussu hon hevur upplivað fyrstu fimm dagarnar í starvinum.

Steintóra fór at lesa gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í 2012, og í fjør summar varð hon liðug at lesa. Samanlagt hevur hon lisið gudfrøði í átta ár.

– Man kann ikki lesa til at verða prestur, sigur Steintóra, tí tær royndirnar fær man bara við at vera í starvinum, sigur hon. Steintóra hevur annars eitt skifti starvast í Kringvarpinum til 2011, har hon gjørdi sendingina 15 tær bestu.

Mynd: Leivur Thomsen

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650