Tilbúgvingarlógin aftur í nevnd

23.04.2021 - 14:51
Innlendis›Politikkur
Tilbúgvingarlógin aftur í nevnd
Kommunufelagið hevur víst á, at kommunurnar eru ikki tiknar við upp á ráð
Frá trygdarvenjingini í Hvalbiartunlinum í gjár. Eitt uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina er farið aftur í nevnd, tí kommurnar hald seg ikki vera tiknar upp á ráð

Eitt uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina fekk ikki undirtøku í løgtinginum í gjár, men varð beint aftur í Vinnunevndina.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, legði uppskotið fram, og hann mælti til at skipa eina felags vaktarmiðstøð, sum kommunurnar skuldu eiga og reka.

M.a. mælti Kommunufelagið til at vraka uppskotið, tí kommunurnar ikki vórðu tiknar við upp á ráð.

Tað kom til sjóndar í orðaskiftinum í gjár, eitt nú frá Heðini Zachariasen, tingmanni hjá Fólkaflokkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101