- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Vit skulu eisini lyfta okkara part
26.04.2021 - 16:37
Innlendis›Politikkur
Løgmaður: Vit skulu eisini lyfta okkara part
Bárður á Steig Nielsen leggur dent á, at danir eiga at fáa loyvi at seta radara upp á Sornfelli

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at vit eru partur av vesturheiminum, og tí eiga vit eisini at lyfta okkara part
Ikki óvæntað fór aðalorðaskiftið um uttanríkismál í tinginum í dag at snúgva seg um ætlaða radaran á Sornfelli.
Fleiri tingfólk vildu hava vissu fyri, at løgtingið eigur avgerðina um at loyva ella nokta fyri, at radarin verður settur upp.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, váttaði, at føroyskir myndugleikar eiga avgerðina.
Løgmaður legði dent á, at hann heldur, at danir skulu sleppa at seta radaran upp.
Bárður á Steig Nielsen segði, at um vit vilja tað ella ikki, so eru vit partur av vesturheiminum, og skulu eisini lyfta okkara part.
Hoyr ljóðbrot við løgmanni. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Stuttfilmurin "Sansa", kinesiskar bókmentir og viðmæli frá Marjun Niclasen
204844
Nýggjastu sendingar í SV












