Landsverk: Almenn bygging ov illa fyrireikað

28.04.2021 - 13:21
InnlendisSamfelag
Landsverk: Almenn bygging ov illa fyrireikað
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sigur, at viðurskiftini mugu vera greiðari frá byrjan
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki

Almenn bygging er ov illa fyrireikað, og greitt er ikki, hvussu ein bygningur skal síggja út, og heldur ikki, hvat hann skal nýtast til.

Tað er niðurstøðan hjá stjóranum í Landsverki, nú tað vísir seg, at bygningurin til Sjóvinnustýrið í Vágum fer at kosta góðar 30 milliónir kr.

Løgtingið játtaði 13,7 milliónir kr. til bygningin í 2018, sum var um 15.000 kr. fyri fermeturin.

Tað var alt ov lítið, og nú byggingin byrjar, er fermetraprísurin góðar 34.000 kr., meir enn tvífalt so nógv sum upprunaliga ætlað.

- Viðurskiftini mugu vera greiðari frá byrjan, sigur Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325