Sølan av danska bankanum ávirkar úrslitið

28.04.2021 - 13:51
InnlendisVinna
Sølan av danska bankanum ávirkar úrslitið
BankNordik hevði 94 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fyrsta ársfjórðingi í ár
Árni Ellefsen er forstjóri í BankNordik

Sølan av danska partinum av BankNordik til Spar Nord er ein av høvuðsorsøkunum, at úrslitið hjá BankNordik er so gott í fyrsta ársfjórðingi 2021.

BankNordik hevði 94 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fyrsta ársfjórðingi í ár. Fyri skatt var úrslitið 118 milliónir krónur. Í fjør var tað úrslitið 30 milliónir krónur í tapi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Tær 700 milliónirnar, sum danski parturin av BankNordik varð seldur fyri, verða útlutaðar til partaeigararnar í ár og næstu tvey árini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687