Nýggjar lógir skulu forða Russlandi og Kina

04.05.2021 - 14:48
Innlendis›Politikkur
Nýggjar lógir skulu forða Russlandi og Kina
Fólkatingið hevur samtykt lóg, sum forðar fyri, at kritiskur infrastrukturur endar á skeivum hondum
Donsku lógirnar verða ikki galdandi í Føroyum, men bæði í Føroyum og Grønlandi verður arbeitt við at gera eina líknandi lóggávu

Fólkatingið hevur seinastu tíðina viðgjørt tvey lógaruppskot, sum forða fyri, at kritiskur infrastrukturur ikki endar á skeivum hondum.

Og fyrrapartin samtykti fólkatingið endaliga aðru "screeninglógina," sum hon verður nevnd.

Donsku lógirnar verða ikki galdandi í Føroyum, men bæði í Føroyum og Grønlandi verður arbeitt við at gera eina líknandi lóggávu.

Endamálið er at tryggja øll londini í ríkisfelagsskapinum ímóti, at eitt nú Kina og Russland sleppa fram at avgerandi økjum í samfelagnum.

Hoyr Kaj Joensen úr fólkatinginum.

Meiri verður at frætta um málið í Breddanum klokkan 17.05.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688