Væntar eina loysn um 14 dagar

07.05.2021 - 18:01
InnlendisSamfelag
Væntar eina loysn um 14 dagar
Landsverk er í ferð við at kanna møguleikarnar at tryggja tunlarnar norður um Fjall, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Nógva virksemið hevur við sær, at trýstið á gomlu tunlarnar norður um Fjall er vaksið enn meira

Tríggir borgarstjórar í Norðoyggjum vilja hava tiltøk sett í verk í tunlunum norður um Fjall alt fyri eitt, so ferðslan í tunlunum verður tryggari.

Borgarstjórarnir hava vent sær til Landsverk og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum.

Nógva virksemið norðan fyri tunlarnar leggur so mikið stórt trýst á gomlu tunlarnar, at okkurt má gerast fyri at tryggja tey, sum koyra í tunlunum, siga borgarstjórarnir.

Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk arbeiðir við málinum, og hann væntar, at ein loysn verður funnin um einar 14 dagar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, er ein av borgarstjórunum, sum hava vent sær til Landsverk og landsstýrismannin í samferðslumálum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, loysti fyrsta flagið, tá vegarbeiðið til nýggju tunlarnar norður um Fjall byrjaði. Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk arbeiðir við einari loysn, sum skal tryggja ferðsluna í gomlu tunlunum. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730