Tørvur á at útbúgva fleiri heilsurøktarar

10.05.2021 - 14:23
InnlendisHeilsa
Tørvur á at útbúgva fleiri heilsurøktarar
Heilsurøktarar støðast sum heild væl, men vilja hava størri menning í starvinum, sigur forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum
Rakul í Gerðinum er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum

Tørvur er á fleiri heilsurøktarum, og Heilsuskúlin eigur at taka fleiri næmingar inn, nú tað aftur er staðfest, at brúk verður fyri fleiri hundrað starvsfólkum aftrat á heilsuøkinum og eldraøkinum næstu árini.

Tað sigur Heilsurøktarafelagið, sum hevur havt aðalfund.

Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, sigur, at um sum heild støðast heilsurøktarar væl í starvinum, men vilja hava størri menning, og tí er tørvur á eftirútbúgving.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Nýggja nevndin í Heilsurøktarafelagnum, frá vinstru: Malan Hansen, Rakul í Gerðinum, Linda Arnfríðardóttir Jacobsen, Bingerð Hjalmarsdóttir og Louisa Maria Eliasen.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533