Kommunur og almennar fyritøkur læna nógvan pening

Kommunur og almennar fyritøkur læna nógvan pening
Kommunurnar hava lænt 1,6 milliardir kr. og almennu fyritøkurnar 600 milliónir
Lániskuldin hjá kommununum er nú 1,6 milliardir kr., sigur Landsbankin.
 
06.05.2024 - 08:49

Kommunur og almennar fyritøkur læna nógvar pengar.

Vøksturin í útlánum frá føroysku peningastovnunum til føroyskar kundar var 9,1 prosent í februar, skrivar Landsbankin.

Lántøkan hjá kommununum var 260 mió. kr. størri í februar í ár, enn hon var í februar í fjør.

Hon er nú 1,6 milliardir krónur.

 

Almennar fyritøkur lænt 600 mió. kr. 

Lántøkan hjá almennum fyritøkum var 200 mió. kr. størri í februar í ár enn í februar í fjør. Hon er komin upp í 600 milliónir.

Seinastu 10 árini er lántøkan hjá kommununum meir enn tvífaldað.

Lántøkan hjá almennu fyritøkunum er 60 prosent størri.

Í sama tíðarskeiði er lántøkan hjá privatu vinnuni og húsarhaldunum vaksin ávikavist 30 og 40 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890