Hvílutíð er altjóða krav

09.06.2021 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Hvílutíð er altjóða krav
ILO hevur samtykt at fáa heimsins lond at seta hvílutíðina í verk, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum

Hvílutíð hjá fiskimonnum er eitt altjóða krav, sum Føroyar hava bundið seg til at halda. Løgtingið hevur samtykt lógina, og tí er neyðugt at gera kunngerðir.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.

Tað er altjóða arbeiðarafelagskapurin, ILO, sum arbeiðir fyri betri viðurskiftum hjá fiski- og sjómonnum, sum hevur samtykt at fáa heimsins lond at seta hvílutíðina í verk.

Undan broytingunum í sjómannalógini, var galdandi, at manningin á fiskiskipum hevur, tá ið viðurskiftini ikki gera tað ógjørligt, rætt til átta tímar hvíld um samdøgrið, harav skulu sek tímar av hesi hvíld vera óbrotnir.

Á trolarum eigur manningin rætt til seks tímar vaktarskifti. Undantak kann í einstøkum førum verða gjørt, tá ið meirilutin av manningini kemur ásamt við skiparan um hetta.

Kann verða býtt í tvey

Nú eru meginreglurnar, at hvílutíðin hjá sjófólki, 18 ár og eldri, skal í minsta lagi vera 10 tímar í einum arbeiðssamdøgri. Hvílutíðin kann í mesta lagi verða býtt í tvey hvílutíðarskeið, har annað í minsta lagi skal vera 6 tímar.

Tað kunnu í mesta lagi vera 14 tímar millum tvey fylgjandi hvílutíðarskeið. Samanlagt skal hvílutíðin í einari viku í minsta lagi vera 77 tímar.

Ein undantaksregla er sett í gildi, sum sigur, at við fyrivarni fyri heilsu og trygd hjá sjófólkunum umborð, kann verða vikið frá hvílutíðini, tá ið fiskiskapur ella hagreiðing av tí veidda gera tað neyðugt.

Hoyr samrøðu við Helga Abrahamsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947