Miðsavnað ráðgeving verður ov einsháttað

15.06.2021 - 18:01
InnlendisSamfelag
Miðsavnað ráðgeving verður ov einsháttað
Marita Rasmussen, næstforkvinna í stýrinum fyri Setrið, gjørdi tilmælini til landsstýrismannin um fólk at manna Búskaparráðið og landsbankanevndina
Marita Rasmussen, næstforkvinna í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, gjørdi tilmælið til landsstýrismannin í fíggjarmálum

Ráðgevingin verður ov einsháttað, nú Búskaparráðið og Landsbankanevndin eru løgd saman í eina nevnd.

Tað heldur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum gjørdi innstillingina av 10 búskaparfrøðingum til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at velja ímillum.

Tað gjørdi hon sum næstforkvinna í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, tí formaðurin, Ólavur Ellefsen, metti seg vera ógegnigan.

Sambært lógini skulu í minsta lagi tríggir limir í Búskaparráðnum vera búskaparfrøðingar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112