Eitt asfaltverk aftrat á Sundi

16.06.2021 - 09:36
Innlendis›Samfelag
Eitt asfaltverk aftrat á Sundi
Havnarnevndin í Tórshavnar býráð hevur givið loyvi at byggja verkið. Asfaltverkið hjá Landsverki á Sundi hevur loyvi til 2024
Landsverk hevur asfaltverk á Sundi, men nú ætlar eitt felag undir stovnan at byggja eitt asfaltverk aftrat

Eitt felag undir stovnan í Havn ætlar at byggja nýtt framkomið asfaltverk á havnarlagnum á Sundi.

Havnarnevndin í Tórshavnar býráð hevur givið loyvi til at byggja verkið, sigur formaðurin í havnarnevndini, Kári Johansen, og ætlanin er at tað skal berast skjótt at.

Havnarnevndin hevur ikki tosað við Landsverk, sum eigur asfaltverkið, sum longu er á Sundi.

Tað verkið hevur loyvi at virka har til 2024, og tá verða somu krøv sett til tað verkið, sum nýggja asfaltverkið skal lúka, sigur Kári Johansen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Staðbundnu limirnir í kaldbaksnevndini mótmæla ætlanini um at byggja eitt asfaltverk aftrat á Sundi. Teir mæla í staðin til at gera heildarætlan fyri Sund við ongum asfaltverki.

- Talan er um eitt verk við dálkandi evnum og lukti, sum bara verður um 300 metrar frá bygdum øki - bóndagarðinum á Sundi - og um 900 metrar frá næstu húsunum á Fløtum í Kaldbak. Og tað kunnu vit ikki góðtaka, siga Jóhann Mortensen, Ingi á Smið og Teitur í Sjúrðargarði í hoyringarskrivi um asfaltverkið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688