1600 viðskiftafólk fáa 14,5 mió. kr. aftrat

23.06.2021 - 10:34
InnlendisPengar
1600 viðskiftafólk fáa 14,5 mió. kr. aftrat
Eitt mistak var gjørt, tá BankNordik roknaði vinningin av íløgum út
BankNordik gjørdi eitt mistak, tá vinningur av íløgum varð roknaður út. Nú verður mistakið rættað, og viðskiftafólk fáa tilsamans 14,5 mió. kr. aftrat.

1600 viðskiftafólk hjá BankNordik fáa nú 14,5 milliónir krónur meira útgoldið í vinningi.

Eitt mistak varð gjørt, tá vinningurin av íløgum varð roknaður út.

Bankin hevði nevniliga ikki gjørt allar íløgurnar, sum vórðu avtalaðar við viðskiftafólkini.

Hoyr Árna Ellefsen, stjóra í BankNordik, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947