Nýggj skundkanning kann vera atgongumerkið

30.06.2021 - 17:19
Innlendis›Heilsa
Nýggj skundkanning kann vera atgongumerkið
Pál Weihe, professari í fólkaheilsu, heldur, at tað hevði givið eina rættiliga stóra trygd, um fólk vístu eina nýggja skundkanning fyri at sleppa inn til ein festival
Um fólk hava ein nýggja skundkanning við sær, saman við festivalatgongumerkinum, so hevði tað givið stóra trygd, heldur Pál Weiheldur Pá
Mynd: Savnsmynd  

"Um fólk vórðu kannað fjórða dagin eftir, at tey koma úr útlondum, og at allir festivalgestir vísa nýggja skundkanning, so hevði tað gjørt festivalin tryggari, heldur Pál Weihe, yvirlækni, nú G!-festivalurin verður hildin í juli - ímóti tilmælum frá Farsóttarnevndini.

Pál Weihe sigur, at tá tú ert koppsettur, vísa andevni seg longu eftir fáum døgum. Hesi vaksa so fylgjandi vikurnar. Fyri koppingarevnið frá Pfizer eru andevni hægst umleið tríggjar vikur aftan á fyrsta prikið - hetta verjir umleið 80 prosent.

Vanliga verður sagt, at fólk, ið eru koppsett tvær ferðir, eru fult vard, eftir 8 døgum - tá eru 90 prosent av andevni í kroppinum - onnur siga, tað tekur 14 dagar, tí tá eru andevnini uppi á 95 prosentum.

Pál Weihe heldur, at nýggj PCR-test sum partur av atgongumerkinum hevði givið eina rættiliga stóra trygd.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026