Norðurlandahúsið einki útlit til størri játtan

01.07.2021 - 18:29
Innlendis›Politikkur
Norðurlandahúsið einki útlit til størri játtan
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hartar Norðurlandaráðnum fyri ætlaðu sparingarnar, sum raka Norðurlandahúsið. Men hann vil tó ikki lova størri føroyska játtan
Sparingarnar í Norðurlandahúsinum fara at raka viðlíkahaldið av bygninginum
Mynd: Savnsmynd  

Norðurlendska Ráðharraráðið arbeiðir framímóti, at Norðurlond skulu verða mest burðadygga økið í heiminum í 2030.

Tí verða sparingar framdar á mentanarøkinum og á útbúgvingarøkinum fyri at hava pening til grøna orkuskiftið.

Sparitiltøkini raka Norðurlandahúsini, og Norðurlandahúsið í Føroyum skal spara tríggjar milliónir í fýra ár.

 

Jenis hevur mótmælt

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at hann í fleiri umførum hevur roynt at sannført Norðurlendska Ráðharraráðið um ikki at fremja so ógvusligar sparingar.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum, sigur, at sparingin fer at raka virksemið í húsinum, og helst mugu færri tiltøk haldast.

Almennu Føroyar lata 1,7 millión til Norðurlandahúsið, og Gunn Hernes sigur, at ein stórur partur verður brúktur til viðlíkahald.

 

Fara at venda sær til politikararnar

Norðurlandahúsið fer helst at venda sær til politikarnar um fleiri pengar.

Jenis av Rana harmast um, at ein møgulig sparing kann raka viðlíkahaldið av Norðurlandahúsinum. Almnennir bygningar eru ofta ikki væl hildnir, og har er Norðurlandahúsið eitt undantak.

Men Jenis av Rana kann ikki lova, at Norðurlandahúsið fær størri játtan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891