Fimm leikarar geva klokkaranum í Notre Dame nýtt lív

Fimm leikarar geva klokkaranum í Notre Dame nýtt lív
Í nýggju uppsetingini av klokkaranum í Notre Dame skiftast fimm leikarar um at spæla sjónleik, syngja og spæla ljóðføri
04.09.2026 - 19:39

Klokkarin í Notre Dame verður nú settur á pall sum sangleikur.

Søgan hjá Victor Hugo snýr seg um Quasimodo, klokkaran í Notre Dame, sum livir avbyrgdur frá umheiminum. Tá hann hættar sær at uppliva heimin, verður hann háaður og dømdur eftir sínari útsjónd. Men tá hann møtir Esmeraldu, broytist lív hansara. Hon vísir honum umsorgan, og hann verður forelskaður í henni.

Hóast søgan er næstan 200 ára gomul, so viðger søgan evni, sum framvegis eru viðkomandi – eitt nú útihýsing, fordómar, kærleika og tað, at vera øðrvísi.

Fimm fólk skulu klára alt
Tað serliga við hesi uppsetingini er, at tað eru bara fimm leikarar á pallinum. Tey hava fleiri uppgávur og skiftast um at spæla sjónleik, syngja og spæla ljóðføri, og tað setur stór krøv til leikararnar.

– Sangleikurin er avbjóðandi, men vit hava øll havt ja-hattin á, sigur Borgfríð Fonsdal Johannesen, sum spælir Quasimodo.

Úrslitið er ein øðrvísi útgáva av kendu søguni, har tey somu fimm fólkini skulu spæla bæði persónarnar, tónleikin og skapa lív á pallinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115