Einki tilboð eftir summarfrítíðina

02.07.2021 - 14:28
InnlendisSamfelag
Einki tilboð eftir summarfrítíðina
Børn við serligum tørvi hava einki tilboð eftir summarfrítíðina, tí tað eru ikki starvsfólk til at taka sær teimum. 9 ára gamli sonur Bjørgu Sivertsen er eitt av hesum børnum
Mynd: Privat / Instagram: lifeofsivertsens  

9 ára gamli sonurin hjá Bjørgu Sivertsen, ið hevur autismu og ADHD, er ein av fleiri børnum, ið ikki fáa pláss til frítíðartilboð í Tórshavnar Kommunu eftir summarfrítíðina. Hann hevur staðið á bíðilista síðani november í fjør.

Boðini frá almannaverkinum eru, at tað ikki eru nóg nógv starvsfólk til at taka sær av øllum børnunum við serligum tørvi, sum ynskja frítíðartilboð, hevur Bjørga Sivertsen fingið at vita.

Markus hevur fingið játtað frítíðartilboð, men tað er ikki pláss og starvsfólk nokk á stovninum til hansara. Tí noyðist Bjørga Sivertsen at vera heima hjá soninum hvønn dag eftir skúlatíð. Bjørga sigur, at sonurin hevur tørv á einum serligum frítíðarskúla, har hann kann mennast og vera saman við børnum, sum eru sum hann.

Familjan flutti til Føroya úr Danmark í juli í fjør, og settu Markus á lista til frítíðartilboð í november. Um somu tíð settu tey hann eisini á bíðilista til umlætting..

Hoyr innslagið, sum var í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. juni
EM tíðindi - 30. juni 2024
177458
Sunnudag 30. juni
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
177451
Leygardag 29. juni
Morgunlestur leygardagur 29. juni 2024
177131
Fríggjadag 28. juni
Vikuskiftið 28 juni 2024
177400