Sýslumaður: Gekk væl at halda grindini til

08.07.2021 - 10:41
InnlendisSamfelag
Sýslumaður: Gekk væl at halda grindini til
Drápið gekk væl, tá grind varð hildin til úti í Nesi í Hvalba
Mynd: Bjarni Richard-Mortensen / Privat á Facebook  

Í morgun komu grindaboð úr Sandvík, har fólk á landi sóu eina grind inni á víkini. Sandvík er ikki góðkend hvalvág, og tí varð avrátt at reka grindina á Hvalba. 

Eitt sindur óvanligt, so varð avgjørt at halda grindini til á sandinum úti í Nesi í Hvalba. 

"Vit royndu at royna sandin úti í Nesi, sum góðkend hvalvág, og tað riggaði væl," sigur Jaspur Vang, sýslumaður. 

Grindin var 80 til 100 hval. 

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ JASPUR VANG, SÝSLUMANN. 

 

77 hval doyðu í Sandavági

77 hval doyðu í grindini í Sandavági í gjár.

Hon var 567 skinn og varð býtt í drápspartar, sum vóru 438.

Parturin var knappliga eitt skinn.

Nakrir stovnar fingu eisini burturav. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006