Ætla at kommunalt felag skal framleiða vindorku

04.08.2021 - 16:16
InnlendisPolitikkur
Ætla at kommunalt felag skal framleiða vindorku
Kommunurnar ætla ikki at gevast við at framleiða el úr vindorku. Eitt interkommunalt felag skal stovanast, sum skal standa fyri hesum partinum, sigur SEV-nevndarformaðurin

Kommunurnar, ið eiga SEV, ætla sær ikki at gevast við at framleiða el úr vindorku. Tvørturímóti.

Tað sum liggur á borðinum nú er, at eitt interkommunalt felag skal setast á stovn, sum kann framleiða vindorku.

Tað sigur Kári Johansen, nevndarformaðurin í SEV.

SEV hevur eina tíð samráðst við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í orkumálum, um framtíðina hjá SEV

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV, væntar at avtalan verður endalig skjótt.

HOYR INNSLAGIÐ
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512