Starvsfólk á gistingarhúsum flýggja

12.08.2021 - 19:26
InnlendisVinna
Starvsfólk á gistingarhúsum flýggja
Arbeiðs- og sáttmálaviðurskiftini innan gistingarhúsvinnuna eru so vánalig, at starvsfólk flýggja, og tað er veruliga orsøkin til, at starvsfólk ikki støðast í vinnuni

Seinasti tíðini hevur verið tosað nógv um, at arbeiðsloysið í Føroyum er metlág, og at tað mangla starvsfólk til ymskiar vinnugreinar, millum annað í gistingarhúsvinnuni.

Men alt prátið skavar út yvir ta sannroynd, at arbeiðs- og sáttmálaviðurskiftini í gistingarhúsvinnuni eru so út av lagi vánalig, at tað er á markinum til tað ólógliga.

Tað sigur eitt starvsfólk, ið vit hava vitjað, men sum ynskir at vera dulnevnt og ikki kunna eyðmerkjast á nakran hátt.

 

Ongir sáttmálar

Stóri trupulleikin er manglandi sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkunum, sigur dulnevnda starvsfólkið, sum eisini hevur starvast innan gistingarhúsvinnuna í Danmark.

Men í Føroyum er tað lógarkrav at starvsfólk skulu hava setanarskriv og starvslýsing, sigur Durita Sigmundsdóttir Djurhuus, sakførari.

Starvsfólkini innan gistingarhúsvinnuna vita alt ov lítið um teirra starvsrættindi, ásannar dulnevnda keldan.

Sambært dulnevnda starvsfólkinum, so er tað undirforstaðið á arbeiðsplássinum, at arbeiðsuppgávurnar eru ógreiðar.

HOYR INNSLAGIÐ, SUM VAR Í TÍÐINDUNUM. 

 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615